Vælg dato herover og derefter klik på det tidspunkt du ønsker at se filmen nedenfor. Find mere information om filmen længere nede på siden.


Torsdag 12. november
Løvehjerte - Dk undertekster
Løvehjerte - Dk undertekster

Løvehjerte

29 ára gamli Luan hevur verið partur av einum banda meginpartin av lívinum, men árini í tí harðføra umhvørvinum hava sett síni spor í hann. Í loyndum byrjar hann at leggja ætlanir um at sleppa burtur úr bandanum – og ikki bara úr bandanum, men eisini úr barndómsbýlinginum, har hann vaks upp lið um lið við sínum besta vini og høgru hond, Issa.

Spakuliga byrjar eitt nýtt lív at taka skap. Eitt arbeiði, ein gerandisdagur. Eitt alternativ til lívið á gøtuni. Men Luan ásannar skjótt, at tað ikki verður lætt at fóta sær í nýggja lívinum sum lógligur borgari.

At siga farvæl við gamla lívið merkir eisini at siga endaligt farvæl við øllum tí, hann kennir og skilir. Eitt farvæl við Issa. Tá ein ósemja við fyrrverandi bandaleiðaran hjá Luan brádliga hóttir við at oyðileggja alt, verður greitt, at uppgerðin við fortíðina ikki bara er eitt torført val. Hon er hansara einasta vón um at yvirliva.